Treytir
Síðst dagført: august 2026
1. Bílegging og váttan
Reingerð kann bíleggjast á heimasíðuni ella við at ringja til okkara. Tú fært váttan við telduposti, tá bíleggingin er móttikin. Avtalan er galdandi, tá vit hava váttað dag og tíð.
2. Prísir og gjalding
Allir prísir á heimasíðuni eru við 25% MVG. Tú gjaldur einki, fyrr enn reingerðin er liðug — aftaná senda vit faktura við telduposti. Er annað avtalað (t.d. fastur prísur), er tað galdandi.
3. Avlýsing og flyting
Tú kanst avlýsa ella flyta eina reingerð ókeypis til í seinasta lagi 24 tímar áðrenn avtalaðu tíðina. Verður avlýst seinni, ella sleppa vit ikki inn á avtalaðu tíðini, kunnu vit fakturera fyri mist arbeiði.
4. Atgongd til heimið
Tú syrgir fyri, at vit sleppa inn á avtalaðu tíðini — antin við at vera heima ella við aðrari avtalu (t.d. lykli). Upplýs okkum frammanundan um viðurskifti, vit eiga at vita um, t.d. húsdjór ella serligar ynskir.
5. Afturvendandi reingerð
Við afturvendandi avtalu kemur sama reingerðarfólk hvørja ferð, so vítt tað ber til. Tú kanst broyta ella steðga eini afturvendandi avtalu, tá tú vilt — boða bert frá í góðari tíð undan næstu avtalaðu reingerð.
6. 48-tíma garanti
Ert tú ikki nøgd/ur við reingerðina, so set teg í samband við okkum innan 48 tímar — so koma vit aftur og rætta tað ókeypis.
7. Ábyrgd
Vit hava virkis- og produktábyrgdartrygging. Virkisábyrgd fevnir um skaðar, sum henda, meðan vit vaska heima hjá tær; produktábyrgd fevnir um skaðar, sum vísa seg aftaná, t.d. av einum reingerðarevni. Skaðar skulu fráboðast okkum sum skjótast, aftaná at teir eru staðfestir.
8. Broytingar
Vit kunnu dagføra hesar treytir. Tær treytir, sum vóru galdandi, tá tú bílegði, eru galdandi fyri ta bíleggingina.
9. Samband
Heima Reingerð · heimareingerd@heimareingerd.fo
