Høvuðsreingerð — alt títt hús, frá lofti til gólv.

Ein grundig reingerð av hvørjum rúmi eftir føstum lista. Vit koma til bygdir millum Runavík, Tórshavn og Klaksvík. Tú fært eina meting fyri títt hús — uttan bindingar.

Svar innan 24 tímar.

Hetta er listin. Alt á honum verður gjørt.

Køkur

  • Allar yvirflatur turkaðar og pussaðar
  • Skáp og skuffur vaskaðar uttan — eisini omaná
  • Komfýrur og emhætta vaskað
  • Vask og krani pussað — kálk burtur
  • Klinkur, kontaktir og karmar turkað
  • Gólvlistar turkaðir
  • Loft turkað — veggir turkaðir, har teir eru berir
  • Gólv støvsúgvið og vaskað

Baðirúm

  • Brúsa og baðikar reinsað — kálk á glasi og flísum burtur
  • WC reinsað innan og uttan
  • Vaskur, armatur og spegil pussað
  • Flísir á veggjum vaskaðar
  • Skáp turkað uttanfrá
  • Loft turkað
  • Gólv vaskað — eisini aftanfyri WC

Stovur og svøvnrúm

  • Allar yvirflatur og hillar turkaðar — eisini omaná skápum
  • Vindeygakarmar og sólbenkir turkaðir
  • Radiatorir turkaðir — eisini undir og aftanfyri
  • Klinkur, kontaktar, karmar og hurðar turkaðar
  • Gólvlistar turkaðir
  • Loft turkað — veggir turkaðir, har teir eru berir
  • Speglar og glasflatur pussaðar
  • Gólv støvsúgvið og vaskað — eisini undir songum og aftanfyri hurðar

Kømur, gongd og durur

  • Trappur vaskaðar
  • Garderoba og hillar turkaðar
  • Hurðar turkaðar báðumegin
  • Klinkur og karmar turkað
  • Gólvlistar turkaðir
  • Gólv støvsúgvið og vaskað

Aftrat, um tú vilt: Ovnur innan · Køliskáp innan

Tú veitst, hvat vit meina.

Ovnurin. Kálkið á brúsuglasinum. Loftið í baðirúminum. Omaná skápunum.

Tað er ikki tí, at tú ikki gert reint. Tað er tí, at hetta er annað arbeiði enn vanlig reingerð — og tað er okkara.

Hugsa tær at koma heim í hús, ið kennist sum nýtt — áðrenn gestirnir koma.

Nær skal tað vera liðugt hjá tær?

FlytingKonfirmatiónJólGestirElla bara nú

Soleiðis riggar prísurin.

1

Sig okkum um títt hús

Tað tekur 60 sekund — rúm, baðirúm og hvat aftrat skal gerast.

2

Tú fært tína meting innan 24 tímar

Ein prísur fyri títt hús. MVG og ferð eru íroknað.

3

Ongar óvæntaðar rokningar

Metingin broytist ikki, uttan at tú góðkennir tað frammanundan.

Til bygdir við tunli er ferðin longu íroknað í metingini — einki kemur aftrat.

Tú skalt einki gera, áðrenn vit koma.

Tú skalt ikki reinsa, áðrenn vit koma — tað er okkara arbeiði. Vit hava sæð alt. Og tað, vit síggja heima hjá tær, verður heima hjá tær.

Heima Reingerð er eitt føroyskt felag í Runavík. Vit eru tryggjað, og tað eru somu fólk, ið koma hvørja ferð.

Vit koma til:

Runavík · Saltangará · Glyvrar · Lamba · Søldarfjørður · Skipanes · Syðrugøta · Gøtugjógv · Norðragøta · Leirvík · Klaksvík · Tórshavn · Hoyvík · Argjir

Okkara lyfti. Um okkurt á listanum ikki er gjørt til fulnar, koma vit aftur og gera tað rætt — ókeypis.
— Heima Reingerð

Fá tína meting — 60 sekund, uttan bindingar.

Eingin binding — tú velur sjálv/ur aftaná.
Tú fært svar innan 24 tímar.